Log på
  • FORSÍÐA
  • LIÐYVIRLIT
    • Trille Trolle
    • Gentur 6
    • Gentur 8
    • Gentur 10 og G9
    • Gentur 12
    • Gentur 14
    • Gentur 16
    • Málverjar
    • SMS / 1. deild
    • 5 A SIDE
  • KALENDARI
  • UM OKKUM
    • Limagjald
    • Nevnd
    • Viðtøkur hjá felganum
  • MYNDIR

4. jun. 2026, kl. 18.06

May be an image of football, soccer og Tekstur, ið sigur "R RADNIK mobiloAu mobilasu lo mobi 8 Đ4u pkLAidragAn ከም hummei Lmmel 周法 VEGETA® Podravka GRUPA Belupo Prima. GRAFICAR O TLIRA LI"

STJØRNAN STYRKIR VENJARATOYMIÐ

Vit eru sera fegin um at kunna bjóða Marko Brezic vælkomnum til Stjørnuna.

Marko hevur drúgvar royndir innan hondbólt á hægsta stigi og kemur til felagið við einari sera sterkari og fjølbroyttari venjarabakgrund. Hann hevur EHF Pro Master Coach Licence, sum er hægsta venjaraútbúgvingin hjá Evropeiska Hondbóltssambandinum.

Gjøgnum meira enn 35 ár sum venjari hevur Marko arbeitt við bæði ungdóms- og vaksnamannadeildum í fleiri londum, millum annað í Kroatia, USA, Qatar, Noregi, Italia, Týsklandi, Finnlandi, Póllandi og Eysturríki. Hann hevur eisini havt uppgávur innan landsliðshondbólt, har hann millum annað hevur verið høvuðsvenjari hjá amerikanska kvinnulandsliðnum.

Seinastu árini hevur Marko verið partur av venjaratoyminum hjá Podravka Vegeta, sum hevur vunnið kroatisku meistaraheitini og steypakappingina, samstundis sum felagið hevur luttikið í bæði EHF European League og EHF Champions League.

Í Stjørnuni fer Marko at hava høvuðsábyrgdina av barnavenjingunum, har hann skal vera við til at menna okkara yngstu leikarar og styrkja grundarlagið undir framtíðararbeiðinum í felagnum. Harumframt verður hann hjálparvenjari hjá SMS-kvinnunum, har hansara stóra vitan og altjóða royndir fara at verða ein týðandi styrki fyri liðið.

Vit eru sera fegin um at hava fingið ein so royndan venjara til felagið og gleða okkum til samstarvið.

Hjartaliga vælkomin til Stjørnuna, Marko!

De seneste nyheder Alle
STJØRNAN STYRKIR VENJARATOYMIÐ Vit eru sera fegin um at kunna bjóða Marko Brezic vælkomnum til Stjørnuna.Marko hevur drúgvar royndir innan hondbólt á hægsta stigi og kemur til felagið við einari sera sterkari og fjølbroyttari venjar...
Skrúðgonga á norðoyastevnu
Skrúðgonga 🤩 Nú norðoyastevna verður í vikuskiftinum, verður skrúðagonga sunnudagin 1. juni frá Klaksvíkagarðinum. Skrúðgongan byrjar kl 14 og vit møta kl 13.45 ⭐️ Lat teg í stjørnuklæðini og gang saman við okkum. Vit síggjast sun...

Stjørnan

Postrúm 101

700 Klaksvík

info@stjornan.com


Andre sider fra Holdsport
  • Info om Stjørnan