Viðtøkur hjá felganum

Viðtøkur fyri Hondbóltsfelagið Stjørnan



§1 Navn og heimstaður stk 1. Navn felagsins er Hondbóltsfelagið Stjørnan, hereftir bert nevnt Stjørnan. Heimstaður felagsins er Klaksvík, og er heimavøllur felagsins Kí-høllin í Klaksvík. Stjørnan spælir í reyðum búna við hvítum frámerki/strípum, útibanabúni er hvítur við reyðum framerki/strípum.
Stk.2 Stjørnan er limur í Hondbóltsamband Føroya, stytt HSF.

§2 Endamál og virki
stk. 1 Endamál felagsins er fyrst og fremst at menna hondbóltsspælarar. Stjørnan skal virka fyri at børn, ung og vaksin kunnu hava haldgóðar karmar til at venja hondbólt í, og at geva øllum liðum felagsins skikkaðar venjara. Hetta fyri at kveikja áhugan og virka til frama fyri hondbólti í Norðoyggjum. Stjørnan skal arbeiða stigvíst fram ímóti at menna hondbóltspælarar og harvið virka fyri at menna hondbóltin í Norðoyggjum. 
Stk.2 Stjørnan skal sum limur í HSF fylgja teim reglum, lógum og ásetingum í sambandið við kappingar, sum HSF setir.

§3 Limaviðurskifti
Stk.1 Øll, sum taka undir við endamáli felagsins, kunnu vera limir. Limaskapur fæst við at rinda tað av aðalfundinum árligt ásetta limagjaldið.Limirnir í Stjørnuni hava fylgjandi rættindi:
a) at taka lut á aðalfundi felagsins, fáa kunnleika til dagsskránna frammanundan, fáa innkalling til aðalfundin samsvarandi ásettu freistini og at nýta atkvøðurættindi síni;
b) at seta fram uppskot til dagsskránna til aðalfundin;
c) at seta fram uppskot til valevni til nevnd og bólkar hjá felagnum; 
d) at fáa upplýsingar um viðurskiftini hjá felagnum gjøgnum nevndina
e) taka lut í kappingum og/ella øðrum ítróttavirksemi hjá felagnum;
f) nýta øll onnur rættindi samsvarandi viðtøkum og reglugerðum hjá felagnum.
g) Aðalfundur felagsins kann koyra lim úr felagnum, hevur hann eftir aðalfundsins meting mótarbeitt felagnum ella myndugleikum tess, ella hevur víst ósømiligan atburð ella á annan hátt víst ringan ítróttar- ella felagsanda.

§4 Evsta vald - aðalfundurin 
stk. 1 Limir felagsins mynda aðalfundin, sum er evsta vald hjá Stjørnuni. Ársaðalfundurin verður hildin á hvørjum ári, áðrenn maj mánaður er úti. Boðað verður á heimasíðu felagsins til aðalfundir og eykaaðalfundir í seinasta lagi 14 dagar fyri fundin, og í fyrsta lagi 1 mánað fyri fundin. Um 2/3 av limunum ella nevndin ynskja nýggjan aðalfund, verður eyka aðalfundur kunngjørdur. Mál, ið ynskja at vera løgd fram á fundinum, skulu verða nevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn fundin. Luttøka á aðalfundi er treytað av, at eingin eftirstøða er fyri limagjald, sí §3,
stk. 2. Ársaðalfundurin hevur hesa dagsskrá:
1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
2. Áseting av gildugum atkvøðum, samb. stk. 1. 3. Ársfrágreiðing frá formanni.
4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
5. Ásetan av árligum lima- og leikaragjaldi, og møguliga avsláttarskipan til leikaragjaldið.
6. Innkomin mál. 
7. Valevni til nevnd hava rætt til 5 minuttir hvør at bera fram valrøðu.
8. Val av nevnd.
9. Val av grannskoðara. 
10. Ymiskt. 
Stk. 2 Keyp og søla av fastari ogn skal viðtakast av aðalfundi ella eykaaðalfundi felagsins. 
Stk. 3 Formaðurin kann bjóða serligum gestum við á aðalfundin, sum ikki eru limir, men hava hesir ikki atkvøðurætt.
Stk. 4 Allir limir, sum eru 18 ár ella eldri, hava atkvøðurætt á aðalfundinum. Atkvøðast kann ikki við fulltrú. Atkvøðugreiðsla skal fara fram skrivliga, krevja meira enn tveir limir tað. Samtyktir á aðalfundi verða gjørdar við vanligum meiriluta av møttum limum, tó undantikið § 9.
Stk. 5 Aðalfundurin velur nevnd felagsins á hvørjum ári. Nevndin telur 5 limir, og verða nevndarliminir valdir fyri tvey ár í senn. Annaðhvørt ár standa tveir nevndarlimir fyri vali, og annaðhvørt ár standa tríggir nevndarlimir fyri vali. Nevndin skipar seg eftir aðalfundin við formanni, næstformanni, kassameistara og nevndarlimum. Tað verður heimilað nevndini at seta undirnevndir/ábyrgdarpersónar at taka sær av serligum uppgávum, t.d. hava ábyrgdina av innkrevjarum og vaktum til heimadystirnar, seta dómarar, hava ábyrgdina til kaffisølu, hava ábyrgdina av inntøkugevandi tiltøkum og stuðulstiltøkum. Nevndin tekur støðu til, í hvørjum einstøkum føri, um ein nevndarlimur møguliga skal verða limur í eini undirnevnd.

§5 Nevndin 
Stk. 1 Formaður felagsins, ein næstformaður, ein kassameistari og nevndarlimir annars mynda nevnd felagsins, og hava dagligu leiðsluna um hendi. Nevndin hevur í felag ábyrgd av, at fíggjarligu, ítróttarligu og umsitingarligu viðurskifti felagsins vera nøktandi handfarin, og eigur at gera sær greiðar reglur fyri hesum arbeiði. 
Stk. 2 Nevndin skal gera málsetning og menningarætlan fyri felagið fyri styttri og longri tíðarskeið, og skal javnan endurskoða hesi. Stk. 3 Nevndin kann viðgera og taka avgerð í øllum spurningum felagnum viðvíkjandi.
Stk. 4 Stendur á jøvnum í møguligari atkvøðugreiðslu í nevndini, er atkvøða formansins galdandi.
Stk. 5 Formaðurin kallar nevndina saman, tá hesin heldur tað vera neyðugt. Næstformaðurin saman við einum nevndarlimi ella tveir nevndarlimir í felag kunnu eisini kalla nevndina saman. Nevndin er viðtøkufør, tá 3 nevndarlimir eru møttir.
Stk. 6 Nevndin skipar seg sjálv á fundi sum er beint eftir at aðalfundurin er lokin.

§6 Nevndarsamsýning Nevndarlimir fáa onga løn. 

§7 Roknskapur og grannskoðan Stk.1 Roknskapur felagsins verður grannskoðaður av einum av aðalfundinum valdum grannskoðara, sum virkar, til ein aðalfundur hevur valt ein nýggjan grannskoðara í staðin. Stk.2 Roknskaparár felagsins fylgir kalendaraárinum, og er frá 1. januar til 31. desember.

§8 Tekningarreglur Stjørnan verður bundið við undirskrift av formanninum saman við einum nevndarlimi.

§9 Avtøka
stk. 1 Fyri at taka felagið av krevst aðalfundarsamtykt, og skulu í slíkum føri minst 2/3 av øllum limum felagsins greiða atkvøðu fyri at taka felagið av. Fæst slíkur meiriluti ikki, kann nevndin kalla inn aftur til nýggjan aðalfund fyri av nýggjum at taka støðu um málið, hetta innan 1 mánað eftir fyrsta fundin og kann felagið tá verða tikið av um 2/3 greiða atkvøðu fyri, líka mikið hvussu nógvir limir eru møttir til henda seinna fund. 
Stk. 2 Ognirnar hjá Stjørnuni skulu við avtøku eftir avgerð frá tí síðsta avtakandi aðalfundinum latast til eitt ítróttarligt ella almannagagnligt endamál.

§10 Onnur viðurskifti stk. 1 Viðtøkur felagsins verða endurskoðaðar so hvørt tørvur er á hesum, og í minsta lagi eiga tær at viðgerast á aðalfundi 3. hvørt ár. Soleiðis viðtikið á stovnandi aðalfundi felagsins tann 2. Mai 2024