Log på
  • FORSÍÐA
  • LIÐYVIRLIT
    • Trille Trolle
    • Gentur 6
    • Gentur 8
    • Gentur 10 og G9
    • Gentur 12
    • Gentur 14
    • Gentur 16
    • Málverjar
    • SMS / 1. deild
    • 5 A SIDE
  • KALENDARI
  • UM OKKUM
    • Limagjald
    • Nevnd
    • Viðtøkur hjá felganum
  • MYNDIR

Aðalfundur 25. mars 2026.

11. mar. 2026, kl. 10.44

Hondbóltsfelagið Stjørnan hevur aðalfund mikudagin t. 25. Mars

Skrá sambært viðtøkum felagsins

§4 Evsta vald - aðalfundurin

stk. 1 Limir felagsins mynda aðalfundin, sum er evsta vald hjá Stjørnuni. Ársaðalfundurin verður hildin á hvørjum ári, áðrenn maj mánaður er úti. Boðað verður á heimasíðu felagsins til aðalfundir og eykaaðalfundir í seinasta lagi 14 dagar fyri fundin, og í fyrsta lagi 1 mánað fyri fundin. Um 2/3 av limunum ella nevndin ynskja nýggjan aðalfund, verður eyka aðalfundur kunngjørdur. Mál, ið ynskja at vera løgd fram á fundinum, skulu verða nevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn fundin. Luttøka á aðalfundi er treytað av, at eingin eftirstøða er fyri limagjald, sí §3,

stk. 2. Ársaðalfundurin hevur hesa dagsskrá:

1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara.

2. Áseting av gildugum atkvøðum, samb. stk. 1. 3. Ársfrágreiðing frá formanni.

4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.

5. Ásetan av árligum lima- og leikaragjaldi, og møguliga avsláttarskipan til leikaragjaldið.

6. Innkomin mál.

7. Valevni til nevnd hava rætt til 5 minuttir hvør at bera fram valrøðu.

8. Val av nevnd.

9. Val av grannskoðara.

10. Ymiskt.

Stk. 2 Keyp og søla av fastari ogn skal viðtakast av aðalfundi ella eykaaðalfundi felagsins.

Stk. 3 Formaðurin kann bjóða serligum gestum við á aðalfundin, sum ikki eru limir, men hava hesir ikki atkvøðurætt.

Stk. 4 Allir limir, sum eru 18 ár ella eldri, hava atkvøðurætt á aðalfundinum. Atkvøðast kann ikki við fulltrú. Atkvøðugreiðsla skal fara fram skrivliga, krevja meira enn tveir limir tað. Samtyktir á aðalfundi verða gjørdar við vanligum meiriluta av møttum limum, tó undantikið § 9.

Stk. 5 Aðalfundurin velur nevnd felagsins á hvørjum ári. Nevndin telur 5 limir, og verða nevndarliminir valdir fyri tvey ár í senn. Annaðhvørt ár standa tveir nevndarlimir fyri vali, og annaðhvørt ár standa tríggir nevndarlimir fyri vali. Nevndin skipar seg eftir aðalfundin við formanni, næstformanni, kassameistara og nevndarlimum. Tað verður heimilað nevndini at seta undirnevndir/ábyrgdarpersónar at taka sær av serligum uppgávum, t.d. hava ábyrgdina av innkrevjarum og vaktum til heimadystirnar, seta dómarar, hava ábyrgdina til kaffisølu, hava ábyrgdina av inntøkugevandi tiltøkum og stuðulstiltøkum. Nevndin tekur støðu til, í hvørjum einstøkum føri, um ein nevndarlimur møguliga skal verða limur í eini undirnevnd.

De seneste nyheder Alle
Aðalfundur 25. mars 2026.
Hondbóltsfelagið Stjørnan hevur aðalfund mikudagin t. 25. MarsSkrá sambært viðtøkum felagsins §4 Evsta vald - aðalfundurin stk. 1 Limir felagsins mynda aðalfundin, sum er evsta vald hjá Stjørnuni. Ársaðalfundurin verður hildin á hv...
Venjara til G14 og G16
Vit eru sera spent at kunna boða frá, at Sámal Jákup Djurhuus verður venjari hjá G14 og G16 komandi kappingarár! Sámal Jákup hevur drúgvar royndir sum venjari – m.a. sum hjálparvenjari í 1. deild í Danmark. Síðani hann og familjan...
Skrúðgonga á norðoyastevnu
Skrúðgonga 🤩 Nú norðoyastevna verður í vikuskiftinum, verður skrúðagonga sunnudagin 1. juni frá Klaksvíkagarðinum. Skrúðgongan byrjar kl 14 og vit møta kl 13.45 ⭐️ Lat teg í stjørnuklæðini og gang saman við okkum. Vit síggjast sun...

Stjørnan

Postrúm 101

700 Klaksvík

info@stjornan.com


Andre sider fra Holdsport